Umboð fyri Dr.Melumad

Um Aloevera.fo
Aloevera.fo selur tær vælumtøktu nátturuvørurnar hjá Dr. Melumad, sum verða framleiddar í Ísrael.
Í 1998 kom Mourentsa Mohr aftur til Føroyar, eftir at havi búð í Norra, við tveimum fullum taskum av vøru frá Dr. Melumad.
Hon byrjaði sítt virksemi við at vera úti og selja, og greiða frá um hesar fantastisku vørurnar úr Ísrael. 21 ár eftir hetta havi eg yvirtikið virksemið. Sigast má at føroyingar hava tikið sera væl í móti vørunum, ið Dr. Melumad framleiðir.
Dr. melumad, ið er tað einasta vørðumerkið, vit í Aloevera.fo selja, kemur beinleiðis frá Ísrael.
Eg havi tætt samstarv við David Melumad. Hann er góðkendur farmasótur í EU, og hann frammleiðir alla vøruna, sum vit selja. Dr. Melumad hevur uppfunnið frymilin, til at taka salt, runu og miniralir úr Deyðahavinum.
Tað er eingin hóp framleiðsla av vørunum, og aloe vera plantan, sum verður brúkt til vørurnar, veksur í tí miniral ríku jørðini í Jordandalinum í Ísrael.
Vit hava vørur til øll:
Hvar eru vit?
Handilin er í Ingibjargargøtu 8a, og seljarar eru um alt landið, og teir vilja fegnir hjálpa og vegleiða tær, at finna tað rætta til tín. Eisini ber til at royna vørunar heima hjá teimum, ella teir koma út til tín at vísa vøruna fram.
Til ber at keypa vælumtóktu vørurnar hjá Aloevera.fo á heimasíðu okkara, ella beinleiðis í heilsøluni í Hoyvík. Ert tú staddur aðrastaðnis enn í Havn, ber eisini til at keypa vørur frá seljara í tínum øki.