Deilig sápufrí sápa til kroppin, sum inniheldur leir og abrikoskjarnupulvur, sum skrubbar húðina. Fyri at fáa eitt gott úrslit, massera so á turra húð og lat virka eina løtu, skola síðan av.
Hetta siga kundar: Hetta er ein lekkur, mjúk peeling til kroppin.
Deyðahavið liggur yvir 400 m undir havflatuni og er tí helst tað lægsta punktið í heiminum. Har ber til at fáa fatur á teimum allarbestu mineralunum til at viðgera og bøta ymiskar húðtrupuleikar og til vælveru. David Melumad var fyrsti vísindamaðurin, ið hevur granskað í deyðahavsmineralum. Hann fann fram til, hvussu góða ávirkan mineralini og tað svarta leirið hava fyri húðina og móti húðtrupulleikum.
Hví er hetta ein so góð kombinasjón? Henda røðin inniheldur deyðahavsmineral, salt, svart leir og aloevera gelé úr aloevera plantuni, ið veksur í tí mineralríku moldini í Jordandalinum.
Orsakað av tí serstøku samansetingini í mineralhydreringini verður aktiveringin av enzymunum stimbrað, sum er neyðugt í biosyntesuni fyri at varðveita kollagen og elastin í húðini. Tey bæði proteinini eru byggisteinar í lívfrøðiligu kyknunum. Tey hjálpa húðini at halda seg fasta og smidliga og geva besta úrslit til at varðveita heilsu og sunna húð.
Ummæli
Einki ummæli er skrivað enn.