Eitt gott hondkrem til teirra, ið hava turrar hendur ella hava pínu (gikt). Fer skjótt inn í húðina, og ein kann sita við hondarbeiði beint eftir.
Inniheldur m.a. Kamfur í er pínu linnandi
Hetta siga kundar: Eitt sera gott hondkrem fyri pínu, gott til turrar hendur, hetta havi eg altíð í taskuni.
Henda røðin inniheldur aloevera barbadensis og ymiskar urtir og oljur, so sum kamillu, salviu, trøllahassel, kamfur, timianekstrakt, bivoks, propolis, avokado, jojoba, agurkur og risinusolju.
Beinta Nybo Joensen (Váttaður keypari ✓)
Fantastiskt at brúka tá ið man hevur sera turra húð! Eg brúkti hetta saman við Magic Glove. Soleidis hándkremi kundi arbeiða meira á hendrinum hóast eg vaskaði hendurnar. Alt tað turra fór og síðani havi eg brúkt tað vanliga hándkremi frá AloeVera. At hava í taskuni, deiligt 🙂