Dead Sea

DKK 388,00

Vørubólkur:
Ofta keypt saman:
Hendan vøran: Dead Sea
DKK 388,00
DKK 388,00
1 × La Defense
DKK 1.149,00
1 × La Defence
DKK 1.149,00
1 × Maskur
DKK 305,00

Vørulýsing

Styrkir tær natúrligu oljurnar í húðini og ger hana smidliga. Góð til tey, sum hava húðtrupulleikar. Verjir ímóti UVA-strálum.

Hetta siga kundar: Hendan hevur hjálpt fyri eksem hjá mær. Hetta bodylotion gevur penari brúnan lit um summarið.

Hendan milda sápufría sápan inniheldur sera nógv deyðahavsmineral og plantuúrdrátt. Húðin verður vaskað sera varliga. Góð til viðkvæma húð.

 

Deyðahavið liggur yvir 400 m undir havflatuni og er tí helst tað lægsta punktið í heiminum. Har ber til at fáa fatur á teimum allarbestu mineralunum til at viðgera og bøta ymiskar húðtrupuleikar og til vælveru. David Melumad var fyrsti vísindamaðurin, ið hevur granskað í deyðahavsmineralum. Hann fann fram til, hvussu góða ávirkan mineralini og tað svarta leirið hava fyri húðina og móti húðtrupulleikum.

Hví er hetta ein so góð kombinasjón? Henda røðin inniheldur deyðahavsmineral, salt, svart leir og aloevera gelé úr aloevera plantuni, ið veksur í tí mineralríku moldini í Jordandalinum.

Orsakað av tí serstøku samansetingini í mineralhydreringini verður aktiveringin av enzymunum stimbrað, sum er neyðugt í biosyntesuni fyri at varðveita kollagen og elastin í húðini. Tey bæði proteinini eru byggisteinar í lívfrøðiligu kyknunum. Tey hjálpa húðini at halda seg fasta og smidliga og geva besta úrslit til at varðveita heilsu og sunna húð.

Send fyrispurning

    Set teg á bíðilistan Vit senda tær eina áheitan, tá ið vøran er tøk aftur á goymslu. Vinaliga skriva tín teldupost niðanfyri.
    0
      0
      Tín vørukurv
        Aftur til vørukurv