Útselt

Enzymating Peeling Mask 2×100 ml

kr.329,00

Útselt

Vøran er tíverri útseld. Ver fráboðað/ur, tá ið vøran er aftur á goymslu 👇 Kom á bíðilistan hjá Aloevera. Vit senda tær eina fráboðan, tá ið vøran er aftur á goymslu. Við hesum tryggjar tú at fáa fatur á vørum, ið eru nógv eftirspurdar, men hava avmarkaða nøgd.
Vørunummar: 212 Vørubólkur: Tag:

Peeling-maskan riggar til øll húðasløg. Hon tekur burt deyðar húðkyknur og bindur vætu, so at húðin sær ung og frísk út. Økir blóðrenslið, sum ger, at húðin tekur væl ímóti dag- og náttkremi. Kann nýtast ein til tvær ferðir um vikuna. Kann brúkast bæði til andlitið og kroppin.

Hetta siga kundar: Ein sera mild peeling, og húðin er sera mjúk aftaná. Um eg kann brúka hesa, so kunnu øll, tí eg havi so sarta húð.

 

Deyðahavið liggur yvir 400 m undir havflatuni og er tí helst tað lægsta punktið í heiminum. Har ber til at fáa fatur á teimum allarbestu mineralunum til at viðgera og bøta ymiskar húðtrupuleikar og til vælveru. David Melumad var fyrsti vísindamaðurin, ið hevur granskað í deyðahavsmineralum. Hann fann fram til, hvussu góða ávirkan mineralini og tað svarta leirið hava fyri húðina og móti húðtrupulleikum.

Hví er hetta ein so góð kombinasjón? Henda røðin inniheldur deyðahavsmineral, salt, svart leir og aloevera gelé úr aloevera plantuni, ið veksur í tí mineralríku moldini í Jordandalinum.

Orsakað av tí serstøku samansetingini í mineralhydreringini verður aktiveringin av enzymunum stimbrað, sum er neyðugt í biosyntesuni fyri at varðveita kollagen og elastin í húðini. Tey bæði proteinini eru byggisteinar í lívfrøðiligu kyknunum. Tey hjálpa húðini at halda seg fasta og smidliga og geva besta úrslit til at varðveita heilsu og sunna húð.

Ummæli

Einki ummæli er skrivað enn.

Ver tann fyrsti at senda ummæli um "Enzymating Peeling Mask 2×100 ml"

G.G - Tín teldupostur verður ikki vístur á ummælinum. Kravdir teigar eru markeraðir við *