Ein heilt framúrskarandi lítil maskina, ið gevur orku djúpt niður í húðina og stimbrar bæði kollagen- og elastinproduktiónina. Hon hevur bæði reyða ljósið og galviskan streym. Reyða ljósið stimbrar m.a. bindivevnaðin, blóðrenslið, lymfurnar, fyri bruna, arr o.m.a. Galviski streymurin stimbrar m.a., at tað, ið verður smurt á húðina, fer uml. 70% djypri inn í húðina uttan at órógva okkara húðbarrieru, arbeiðir við vøddum, bindivevnaði og húð. Tú fært eitt fantastiskt úrslit uttan nakað fysiskt inntriv.
Revitage Line er ein antiage-røð, sum er prógvað at geva úrslit. Vit øll eldast, og tað sæst eisini á húðini. Vit fáa rukkur, liturin í húðini gerst ójavnur, poknurnar sjónligari, húðin turrari, og fastleikin í húðini minkar. Revitage røðin er ein røð, sum mótarbeiðir, at húðin eldist. Røðin bjóðar ta mest dagførdu og fjøltáttaðu loysnina til, at húðin eldist. Hon steðgar ikki bara tilgongdini, har húðin eldist, men vendir eisini tí lívfrøðiligu gongdini. Inniheldur m.a. centella asiatica, gingko bilobaekstrakt, aloe vera, ceramid, vitamin E, B5, og C. Innihaldið í vøruni er alt natúrligt. Í røðini eru dagkrem, náttkrem, serum, Skin Optimizer, eygnakrem, andlitsreins, Face Lift Booster, Magic Beauty Instrument og Revitage Magic Drops.
Ummæli
Einki ummæli er skrivað enn.