Maskur

DKK 305,00

Vørubólkur:
Ofta keypt saman:
Hendan vøran: Maskur
DKK 305,00
DKK 305,00
1 × La Defense
DKK 1.149,00
1 × La Defence
DKK 1.149,00
1 × Dead Sea
DKK 388,00

Vørulýsing

Frá Deyðahavs røðini 

Fyri feita húð. Djúpreinsandi andlitsmaska, sum javnar feittframleiðsluna í húðini og tekur avlopsfeitt burtur. Reinsar poknurnar og ger húðina reina og mjúka.

Fyri turra húð. Djúpreinsandi andlitsmaska, ið gevur vætu og strammar húðina upp. Hevur góða ávirkan á turra og óreina húð.

Deyðahavið liggur yvir 400 m undir havflatuni og er tí helst tað lægsta punktið í heiminum. Har ber til at fáa fatur á teimum allarbestu mineralunum til at viðgera og bøta ymiskar húðtrupuleikar og til vælveru. David Melumad var fyrsti vísindamaðurin, ið hevur granskað í deyðahavsmineralum. Hann fann fram til, hvussu góða ávirkan mineralini og tað svarta leirið hava fyri húðina og móti húðtrupulleikum.

Hví er hetta ein so góð kombinasjón? Henda røðin inniheldur deyðahavsmineral, salt, svart leir og aloevera gelé úr aloevera plantuni, ið veksur í tí mineralríku moldini í Jordandalinum.

Orsakað av tí serstøku samansetingini í mineralhydreringini verður aktiveringin av enzymunum stimbrað, sum er neyðugt í biosyntesuni fyri at varðveita kollagen og elastin í húðini. Tey bæði proteinini eru byggisteinar í lívfrøðiligu kyknunum. Tey hjálpa húðini at halda seg fasta og smidliga og geva besta úrslit til at varðveita heilsu og sunna húð.

Frá Seven Herbs røðini

Maska til normala húð, fuktar og gevur føðslu til húðina. Virkar uppstrammandi, kann brúkast til hendur og føtur eisini.

Inniheldur m.a. hunang, ið hevur yvir 500 virkin føðsluevni.

Maska til feita og óreina húð, reinsar í dýpdini, tekur avlopsfeitt, fuktar og viðger. Stimbrar eisini endurnýggingina av húðkyknum.

Hendan røðin er samansett av ymsum urtum og vitaminum. Vøran hevur ein sera sterkan virkna, ið hevur góða ávirkan á húðina við langtíðarúrslitum. Plantuúrdráttirnir eru útvunnir við serligu og einastandandi reinsitøknifrøðini á rannsóknarstovuni hjá Dr. Melumad. Inniheldur urtirnar: Aloe vera, kamillu, ginseng, piparmint, morgunfrúu, salviu og sólhatt.

Send fyrispurning

    Set teg á bíðilistan Vit senda tær eina áheitan, tá ið vøran er tøk aftur á goymslu. Vinaliga skriva tín teldupost niðanfyri.
    0
      0
      Tín vørukurv
        Aftur til vørukurv