Eitt dagkrem, sum ger, at húðin kennist mjúk. Kremið minkar um ójavnar í húðini, javnar út smáar linjur og minkar poknurnar. Strammar upp og minkar um aldurstekn. Eisini betrar kremið um útsjóndina á húðini. Fyri at fáa besta úrslit, nýt tað so saman við Revitage Serum.
Hetta siga kundar: Eg síggi og føli mun eftir 3 vikum.
Revitage Line er ein antiage-røð, sum er prógvað at geva úrslit. Vit øll eldast, og tað sæst eisini á húðini. Vit fáa rukkur, liturin í húðini gerst ójavnur, poknurnar sjónligari, húðin turrari, og fastleikin í húðini minkar. Revitage røðin er ein røð, sum mótarbeiðir, at húðin eldist. Røðin bjóðar ta mest dagførdu og fjøltáttaðu loysnina til, at húðin eldist. Hon steðgar ikki bara tilgongdini, har húðin eldist, men vendir eisini tí lívfrøðiligu gongdini. Inniheldur m.a. centella asiatica, gingko bilobaekstrakt, aloe vera, ceramid, vitamin E, B5, og C. Innihaldið í vøruni er alt natúrligt. Í røðini eru dagkrem, náttkrem, serum, Skin Optimizer, eygnakrem, andlitsreins, Face Lift Booster, Magic Beauty Instrument og Revitage Magic Drops.
Ummæli
Einki ummæli er skrivað enn.