Eitt lætt skúmandi andlitsreinsikrem, sum reinsar í dýpdina. Tann ríkaði formilin gevur føðslu og vætu, so at húðin fær betri góðsku. Hann er grundaður á eitt bland av antioxidantiskum plantuúrdrátti – Aloe Vera, kamillu, moringa, grønum te og humlu, vitaminum og tara. Tað loysir sminku, skitt, óreinsku og óneyðuga olju. Er samansett til at verja natúrligu, heilsugóðu javnvágina í húðini. Húðin verður frískligari, klárari og smidligari.
Vegleiðing: Smyr Revitage Foaming Cleanser á vátt andlit og massera varisliga inn í húðina við rørslum uppeftir. Skola tað burtur við flógvum vatni.
Revitage Line er ein antiage-røð, sum er prógvað at geva úrslit. Vit øll el- dast, og tað sæst eisini á húðini. Vit fáa rukkur, liturin í húðini gerst ójavnur, poknurnar sjónligari, húðin turrari, og fastleikin í húðini minkar. Revitage røðin er ein røð, sum mótarbeiðir, at húðin eldist. Røðin bjóðar ta mest dagførdu og fjøltáttaðu loysnina til, at húðin eldist. Hon steðgar ikki bara tilgongdini, har húðin eldist, men vendir eisini tí lívfrøðiligu gongdini. In- niheldur m.a. centella asiatica, gingko bilobaekstrakt, aloe vera, ceramid, vitamin E, B5, og C. Innihaldið í vøruni er alt natúrligt.
Í røðini eru dagkrem, náttkrem, serum, Skin Optimizer, eygnakrem, andlitsreins, Face Lift Booster, Magic Beauty Instrument og Revitage Magic Drops.
Ummæli
Einki ummæli er skrivað enn.